Judosøgan
Elsti vitnisburður um jiu-jitsu er funnin í eini grøv í Egyptalandi frá o.u. 2000 árum f.kr. Í grøvini hjá Beni Hassan er ein myndarøð av teirri ítrótt, sum vit nú á døgum kalla jiu-jitsu. Fyrsta merkið um jiu-jitsu í Asia er frá fyrst í okkara tíðarrokning.
Jiu-jitsu er úr Egyptalandi farið til Grikkalands, har sum líknandi myndir eru funnar.
Aleksandur Mikli kom á herferð síni til India, og har lærdu hermenn hansara indverjar hetta kynstur. Haðani er tað borið til Kina við munkunum Dot Mok og Daruma Taishi og fekk har heitið Kung-fu. Har varð hetta kynstur sundurlimað í tvær greinir: "harða skúlan" og "sáttliga skúlan". "Harði skúlin" var sera væl umtóktur í landsynningspartinum av Asia, og tann greinin kom í 14. øld til Okinawa og fekk har heitið "Okinawa-te", seinni Karate, ið kom til Japans í 1917. Í 1948 varð Karatesamband Japans stovnað.
Hin "sáttligi skúlin" kom um ár 1200 til Japans úr Kina og bleiv eftir fleiri broytingum til jiu-jitsu. Jiu-jitsu bleiv bert íðkað av samuraium, hinum japanska riddara- og hermannaflokki. Hann íðkaði jiu-jitsu í loyndum til 1878, tá ið henda stætt varð avtikin. Aftaná hetta kundu øll læra seg kynstrið, men áhugin var ikki stórur.
Ein sera vitugur næmingur, ið íðkaði jiu-jitsu, var Jigiro Kano, ið sjálvur fann fram til eina nýggja grein, sum hann nevndi Judo. Hann gjørdi sín egna skúla, sum fekk navnið Kodokan. Jigiro Kano ynskti ikki bert at skapa eitt nýtt slag av sjálvverju, men eisini ein nýggjan lívshátt grundaðan á japanska siðmenning. Staðurin, har sum judo varð íðkað, æt Dojo, ið er navnið á buddhiskum djúphugsanarhúsi.
Tá ið Japan varð hersett av amerikamonnum í 1945, varð Kodokan afturlatin og judo-íðkanin bannað. Nøkur ár seinni varð aftur loyvt at íðka judo, og nógvir amerikumenn lærdu seg tað. Nógv judo- og jiu-jitsu snildi vóru longu tá vorðin kend frá japanskum venjarum, sum fluttu til USA og Europa um aldamótið, men kynstrið kom ikki rættiliga fram fyrr enn aftan á seinna heimsbardaga.
Sum nevnt er jiu-jitsu komið úr Egyptalandi til Grikkalands og haðani farið longri eystureftir. Kynstur, ið líkist jiu-jitsu, var kent víða hvar í Europa longu í fornøld og miðøld, uttan at Europa hevði havt samband við venjarar í Kung-fu ella jiu-jitsu í Asia. Prógv um hetta hava vit í sveitsisku bóndaglímingini "Swingen", teimum føroysku brókatøkunum og íslendsku glímingini, ið minna nógv um tøkini í jiu-jitsu.
At enda skal verða nevnt, at hetta slagið av sjálvverju er av fyrstan tíð komið úr Egyptalandi, men judo og jiu-jitsu, sum vit kenna tey í dag og sum tey verða íðkað um allan heim, eru broyttar og nútíðarhóskandi ítróttir komnir úr Japan.