Teknað teg sum lim í Sunda Judofelag:
Limagjald - børn til og við 14 ár - um fleiri systkin til og við 14 ár eru limir, verður bara goldið fyri 2. Send navn og føðingardag á hinum til sofus@judo.fo
Limagjald - vaksin frá 15 ár og uppeftir
Sunda Judofelag TORI hevur eisini eina síðu á Facebook
Sunda Judofelag byrjar venjingarnar aftur mánadagin 29. august 2022. Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin.
Vant verður soleiðis:
Mánadag:
17.30 - 18.30 venja børn U10 ár (børn 7 - 10 ár)
18.30 - 20.00 venja U15 og vaksin (børn 10 ár og eldri)
Mikudag:
17.30 - 18.30 venja børn U10 ár (børn 7 - 10 ár)
18.30 - 20.00 venja U15 og vaksin (børn 10 ár og eldri)
Hósdag ólíka vika:
19.00 - 20.30 Felagsvenjing U15 og vaksin
Felagsvenjingin er í samstarvi við Havnar Judofelag, har vant verður á Oyrarbakka ólíka vikur og í Havn líka vikur.
Sunda Judofelag gleðir seg at síggja tykkum.
Nýggir limir eru vælkomnir, tað er bara at møta upp.
Venjingartíðir veturin 2019/20:
Børn 7-10 ár: Mánadag og mikudag kl. 17.30 til 18.30
Vaksin, frá 10 ár: Mánadag og mikudag kl. 18.30 til 20.00
Vaksin: Randori, styrki og fitness: Mánadag kl. 20.00 til 21.00
Kvinnujudo: Hósdag kl. 19.00 til 20.00
Lóg fyri Sunda Judofelag “Tori”
Grein 1
Navn Felagsins
Navn felagsins er SUNDA JUDO FELAG “TORI”, stutt SJF, SJF TORI ella TORI, og heimstaður tess er í Sunda Kommunu.
Grein 2
Endamál felagsins
Endamál felagsins er at fremja judo ítróttin.
Grein 3
Nevnd felagsins
Felagið verður stjórnað av eini nevnd við 3-5 nevndarlimum. Hetta verður gjørt, so at tá áhugin er stórur, kunnu 5 veljast, og um áhugin at vera í nevnd kanska minkar aftur, so kann man velja 3 nevndarlimir. Hesir limir eru: formaður, næstformaður og skrivari, sum eisini er kassameistari. Harafturat eru møguligir nevndarlimir. Nevndrlimirnir verða valdir fyri 2 ár í senn.
Nevndin stendur fyri vali á aðalfundi. Valdir verða 2 tiltakslimir. Valdur verður 1 grannskoðari. Nevndarlimir og grannskoðari kunnu afturveljast.
Nevndin heldur fund eftir tørvi.
Tveir nevndarlimir kunnu krevja nevndarfund.
Allir nevndarlimir skulu hava fundarboð minst 24 tímar áðrenn nevndarfund.
Mál verða samtykt við vanligum meiriluta.
Formaðurin kann taka avgerð í málum, ið avgerð ikki kann bíða til nevndarfund. Henda avgerð skal tó leggjast fyri á fyrsta nevndarfundi til góðkenningar.
Limir felagsins skulu fáa at vita um avgerðir, ið nevndin hevur framt.
Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persónur noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Um tað verða valdar nevndir (t.d. veitslunevnd), skal í minsta lagi ein nevndarlimur vera í henni. Nevndin velur sjálv sítt umboð í nevndina.
Grein 4
Limafundur
Nevndin kann til eina og hvørja tíð kalla saman til limafundar.
Grein 5
Ársaðalfundur
Felagsins ovasti myndugleiki er aðalfundurin.
Ársaðalfundurin verður hildin eina ferð um árið, áðrenn mai mánaði er liðin.
Fundarskráin fyri ársaðalfundin er hendan:
1. Val av orðstýrara
2. Frásøgn frá farna ári
3. framløga ag grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár til góðkenningar
4. Innkomin mál
5. Val av nevndarlimum
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt
Ársaðalfundurin skal kunngerast á heimasíðuni judo.fo í minsta lagi 14 dagar frammanundan.
Ársaðalfundurin er altíð viðtøkuførur.
Vanligar atkvøðugreiðslur verða avgjørdar við vanligum meiriluta. Lógarbroytingar kunnu tó bert fara fram, um 2/3 av limum felagsins atkvøða fyri hesum. Um ikki nóg nógvir limir eru møttir til aðalfundin, verður lógarbroytingin viðgjørd á seinni eykaaðalfundi, tá er nóg mikið at 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.
Mál, ið skulu vera viðgjørd á ársaðalfundinum, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 8 dagar áðrenn fundin.
Lógarbroytingar, viðtiknar á aðalfundi ella eykaaðalfundi, koma í gildi aftan á fundin.
Grein 6
Eykaaðalfundur
Kallast kann saman til eykaaðalfundar, um meirilutin í nevndini ella minst ¼ av limum felagsins skrivliga krevja tað.
Eykaaðalfundur skal haldast í seinasta lagi 3 vikur aftan á, at kravið um fundin er framsett. Fundarskráin skal kunngerast á heimasíðuni judo.fo.
Bert innkomin mál verða viðgjørtd á eykaaðalfundi.
Mál á eykaaðalfundi verða avgjørd við vanligum meiriluta. Um lógarbroyting verður viðgjørd á fundinum, skulu tó minst 2/3 av møttu limum atkvøða fyri. (víst verður eisini til grein 5 um aðalfundin um lógarbroytingar).
Lógarbroytingar, viðtiknar á eykaaðalfundi, koma í gildi aftan á fundin.
Grein 7
Atkvøðugreiðsla
Atkvøðugreiðsla á aðalfundi fer fram skrivliga. Um allir møttu limirnir eru fyri tí, kann orðstýrarin tó lata hana fara fram á annan hátt.
Mál verða avgjørd við vanligum meiriluta. Um tað stendur á jøvnum, er málið fallið.
Limur, ið skyldar limagjald, hevur ikki atkvøðurætt til aðalfundin.
Grein 8
Peningaognir felagsins
Limir felagsins verða ikki persónliga bundnir fyri felagsins býrðir.
Peningaognir felagsins verða settar inn á bankakonto.
Til keyp, sølu og veðseting av størri ognum krevst nevndarsamtykt. Til keyp, sølu og veðseting av føstum ognum krevst eisini aðalfundarsamtykt.
Grein 9
Roknskapur felagsins
Roknskparár felagsins gongur frá 1. januar til 31. december.
Kassameistarin ger status pr. 31. december, og roknskapurin skal vera grannskoðaður av grannskoðara felagsins.
Roknskapurin ska, leggjast fram fyri nevndini, tá hon krevur tað.
Grein 10
Almennar reglur
Limir felagsins koma inn undir tær lógir, sum tær ítróttasamgongur, felagið er limur í, fyriskipar.
Brot á felagsins lógir og viðtøkur viðførir karantenu ella, í ringasta føri, útihýsing úr felagnum. Viðkomandi limur verður fráboðaður við einum innskrivaðum brævi um avgerð nevndarinnar.
Venjarin kann útihýsa limi frá venjing.
Limur, ið er útihýstur úr felagnum av nevndini ella venjara, kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Nevndin kann krevja endurgjald frá limum fyri skadd ella horvin venjingaramboð.
Reglugerðir, ið galda fyri venjingarhølið, har felagið venur, skulu til eina og hvørja tíð haldast av limum felagsins.
Limir hava ikki loyvi at skipa fyri venjing ella undirvísing av BUDO ítrótti á skúlum, feløgum og tílíkum uttan loyvi frá nevndini.
Grein 11
Gerðabók felagsins
Frágreiðing frá árs- og eykaaðalfundum, limafundum og avgerðum nevndarinnar verða skrivaðar í gerðabókina. Eftir hvønn fund og hvørja avgerð verður bókin undirskrivað av øllum møttu nevndarlimum felagsins, og á aðalfundum av orðstýrara.
Grein 12
Limagjald
Aðalfundurin ásetur limagjaldið.
Grein 13
Avtøka
At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri tí. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limur erumøttir.
Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál.
Viðtikin á stovnandi aðalfundi felagsins 31. januar 1981. Broytt á aðalfundi 20. september 2014, 7. mai 2018, 27. mai 2020 og 30. apríl 2024.