Viðtøkur
1. Navn
Navn sambandsins er Judo Føroyar.
2. Endamál
Judo Føroyar hevur til endamál at menna og skapa áhuga fyri judo ítrótti og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðinum sínámillum umframt at umboða judo ítrótt á alheims stigi og í alheims millumlanda judosamgongum, t.d. NJU, EJU og IJF.
3. Limir
Ítróttarfelag, sum íðkar judo ítrótt,kann gerast limur í Judo Føroyar. Umsókn um limaskap verður send til Judo Føroyar, ið avgerð um felagið kann gerast limur. Verður limaskapur noktaður, kann felagið leggja spurningin fyri aðalfundin.
4. Limaskyldur
Feløgini hava skyldu:
· at halda lógir og reglugerðir sambandsins
· so vítt gjørligt at vera Judo Føroyar til hjálpar tá hetta er neyðugt
· at senda skrivliga fráboðan til Judo Føroyar at fáa loyvi at luttaka í judokappingum og venjingarlegum uttanlands
· at senda úrslit frá uttanlands kappingum til Judo Føroyar í seinasta lagi 14 dagar aftan á heimkomuna
· at senda fráboðan til Judo Føroyar um judovitjanum úr útlondum og fáa loyvi at halda kappingar ímóti útlendskum feløgum
5. Limaskapur
Judo Føroyar er limur í ÍSF, og starvsnevndarformaðurin umboðar sambandið yvir fyri ÍSF. Judo Føroyar umboðar Føroyar í alheims- og millumlandasamgongum. Judo Føroyar er limur í Nordisk Judoforbund NJU, European Judo Union EJU og International Judo Federation IJF, og eigur at syrgja fyri, at lógir og reglugerðir teirra verða fylgdar.
6. Stjórnin
Judo Føroyar verður stjórnað av:
Aðalfundinum
A. Starvsnevndini
B. Øðrum nevndum
7. Aðalfundurin
Hægsti myndugleiki er aðalfundurin, sum verður hildin í mai/juni mánað. Aðalfundurin skal lýsast á heimasíðuni Judo Føroyar (www.judo.fo) og við telduposti til feløgini 14 dagar frammanundan.
Dagsskráin er hendan:
1. Val av orðstýrara
2. Starvsnevndarformaðurin leggur fram frágreiðingar frá virki sambandsins í farni ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Innkomin mál
5. Val av nevndum og eykalimum
6. Val av grannskoðara
7. Ymiskt
8. Innkomin mál
Uppskot um lógarbroytingar skulu verða starvsnevndini í hendi seinast 10 dagar áðrenn aðalfundin. Innkomin uppskot verða send feløgunum 7 dagar áðrenn aðalfundin. Uppískoyti í lógirnar og lógarbroytingar skulu standa á dagsskránni. Uppskot kunnu leggjast fyri aðalfundin av feløgunum í Judo Føroyar, starvsnevndini, starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndini og grannskoðaranum. Hesi somu hava talurætt.
9. Møtirætt
Hvørt felag kann senda upp til 5 umboð til aðalfundin.
Eingin kann á aðalfundi umboða eitt judofelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað og hava limagjald og onnur limaviðurskifti síni í lagi. Starvsnevndin og aðrar nevndir, starvsnevndin hevur sett, starvsnevnd ÍSFs, dómsnevndin og grannskoðarin hava møtirætt. Starvsnevndin kann, um hetta verður hildið at verða neyðugt, bjóða uttanfyristandandi at luttaka á aðalfundinum við ella uttan talurætt.
10. Atkvøðurættur
Atkvøðurætt við einari atkvøðu hava starvsnevndarlimirnir. Feløgini hava eina atkvøðu fyri hvørt møtt umboð, tó hevur eitt felag í mesta lagi 3 atkvøður.
11. Atkvøðuháttur
Atkvøðan fer fram munnliga ella skrivliga. Um ein ella fleiri av teimum, ið hava atkvøðurætt, ynskja tað, skal atkvøðast skrivliga. Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira einn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum, er atkvøða starvsnevndarformansins avgerðandi.
12. Eykaaðalfundur
Eykaaðalfundurin kann verða hildin, um starvsnevndin ella helvtin av feløgunum í Judo Føroyar ynskja tað. Hesin skal verða lýstur 14 dagar frammanundan.
13. Starvsnevndin
Í starvsnevndini sita: formaður, næstformaður, skrivari og tveir nevndarlimir.. Teir verða valdir einsæris á aðalfundinum fyri eitt tveyára skeið. Formaðurin og ein nevndarlimur verða valdi ólíka ár og hini líka ár. Valdir verða tveir tiltakslimir fyri eitt eittára skeið. Minst tveir nevndarlimir skulu vera av hvørjum kyni, eins og tiltakslimirnir skulu vera av hvør sínum kyni. Um tiltakslimur kemur inn í nevndina í árinum, kann nevndin skipa seg av nýggjum, men valið á komandi aðalfundi skal fara fram, sum um umskipan ikki var farin fram.
Starvsnevndin hevur øll fíggjar- og fyrisitingarlig viðurskifti um hendi.
Aðalfundarsamtykt skal fyriliggja við keyp og sølu av fastari ogn.
Starvsnevndin kann seta kassameistara.
Starvsnevndin sendir eina ferð árliga ÍSF frágreiðing.
Starvsnevndin tekur avgerð um handan av heiðursmerkjum og virðislønum.
14. Aðrar nevndir
Starvsnevndin hevur heimild at seta aðrar nevndir at taka sær av uppgávum hjá Judo Føroyar. Starvsnevndin hevur heimild at finna nýggj fólk í hesar nevndir, tá hetta er neyðugt. Talið av nevndarlimum avger starvsnevndin. Allar nevndir virka undir ábyrgd og góðkenning starvsnevndarinnar, eins og starvsnevndin skal góðkenna allar reglugerðir.
15. Stjórnarfundir
Starvsnevndin tekur stig til at skipa fyri stjórnarfundum við jøvnum millumbilum. Á hesum fundurm luttaka allir nevndarlimir í øllum nevndum undir Judosambandinum, tó undantikið dómsnevndin.
16. Kærur
Allar kærur skulu beinast til ta nevnd, ið hevur málið um hendi. Avgerðin í hesi nevnd kann kærast til starvsnevndina, ið kann taka avgerð í málinum, ella beina málið víðari til dómsnevndina. Tekur starvsnevndin avgerð í máli, kann henda avgerð kærast til dómsnevndina.
17. Dómsnevndin
Í dómsnevndini sita 3 limir, sum arbeiða sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
18. Felags fyri nevndinar
Nevndirnar skulu útinna viðtøkur gjørdar á aðalfundinum og syrgja fyri, at lógir og reglugerðir altíð, so vítt gjørligt, eru í samsvar við altjóða reglur. Nevndarlimir fáa onga løn.
19. Kappingarárið
Kappingarárið hjá Judo Føroyar er at rokna frá 1. september til 31. august.
20. Uttanveltað
Judo Føroyar er uttanveltað í politiskum og trúarspurningum.
21. Fíggjarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið er inntøkan av luttøkugjøldum, kappingum, partur av landskassastudningi, sponsorinntøkur v.m.
22. Avtøka
Uppskot um avtøku av Judo Føroyar kann bert leggjast fram á aðalfundinum fyri at vinna sømdir, skal uppskotið viðtakast av 3/4 av teimum, sum hava atkvøðurætt. Samstundis skulu í minsta lagi 3/4 av feløgunum verða umboðaði. Møguligar ognir skulu verða judo- ella jiu-jitsu ítróttini at gagni.
Góðkend av aðalfundi hjá Judo Føroyar 11. juni 1995, og broytt á aðalfundi 17. juni 2016, 13. juni 2019 og 21. august 2023.