Judo aftur á Oyggjaleikunum

03. juli 2019
  • Aftast frá vinstru: Nicolaj Skoubo, Sigmundur Johansen, Petur Sigurð Johannesen, Edvard S. Johannesen, Gunnar Magnussen og Kristianna á Túgvu. Fremst frá vinstru: Jógvan Páll Kristiansen, Bárður H. Lenvig, Hansa Torgerð Ellingsgaard, Silja Johannesen, Maiken E. Birngsberg og Fríði M. Carlsson. Roland Vogt, Búgvi Poulsen, Sanna N. Djurhuus, Hans J. Glerfoss, Dánjal á Krákusteini og Sofus D. Johannesen mangla á myndini. | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Eftir ein steðg upp á 10 ár verður judo aftur á skránni á Oyggjaleikunum á Gibraltar.

Judo var fyrstu ferð á skránni til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989 og var so til allar leikirnar til og við Gibraltar 1995. Tá bleiv kunngjørt, at judo ikki bleiv á leikunum á Jersey í 1997, men tað bleiv ein longri steðgur, tí judo var ikki á skránni aftur fyrr enn á Rhodos í 2007. Síðani var judo aftur við í Álandi í 2009, og síðani hevur verið steðgur til í ár.

Judo er væl umboðað í ár, 11 menn og 4 kvinnur fara at kappast.

Hjá kvinnunum kappast Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg úr Klaksvíkar Judofelag í -52 kg., Silja Johannesen úr Sunda Judofelag í -63 kg., Hansa Torgerð Ellingsgaard úr Sunda Judofelag í -70 og Sanna Nolsøe Djurhuus úr Havnar Judofelag í -78 kg.

Hjá monnunum kappast Fríði Magnusson Carlsson úr Havnar Judofelag í -60 kg., Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini, báðir úr Havnar Judofelag í -66 kg., Jógvan Páll Kristiansen úr Sunda Judofelag og Gunnar Magnussen úr Havnar Judofelag í -73 kg., Búgvi Poulsen og Nicolaj Skoubo, báðir úr Havnar Judofelag í -81 kg., Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og Hans Jákup Glerfoss úr Klaksvíkar Judofelag í -90 kg., Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í -100 kg. og Edvard Sigurdson Johannesen úr Sunda Judofelag í +100 kg.

Harafturat verður luttikið í opnum bólki, bæði hjá kvinnum og monnum, eins og í liðkapping hjá monnum.

Landsliðsvenjari er Roland Vogt, og ferðaleiðarar eru Sofus Debes Johanensen og Kristianna á Túgvu.

Kids Camp í Zagreb
26.04.2024
Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024