Reypikvøld hjá Sunda Judofelag

23. apríl 2026
  • Høvi var at fylgja við tí, sum hendi á máttuni | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Andrias Sumberg greiddi frá | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Spøl vóru eisini á skránni | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Fallroyndir | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Royna køst | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Hesi royndu seg á máttuni hetta kvøldið | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Medaljur | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Troyggjur, beltir og jakkar | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Aktivitetirnir á máttuni endaðu sum altíð við at bukka fyri hvørjum øðrum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Forkvinnan saman við venjarunum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Hanna Paula við Streym, varðaborgarstjóri, bar fram heilsan frá kommununi | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Blómur frá kommununi til felagið | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Andrias handaði Johannes svarta belti og diplom frá Judo Føroyum, eins og klokku frá felagnum | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Johannes Johannesen, venjari hjá felagnum í eitt heilt ættarlið, fekk svarta belti frá Judo Føroum | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Sunda Judofelag endaði vetrarhálvuna við einum sonevndum "reypikvøldi", har medaljur, myndir og annað, sum felagið hevur vunnið gjøgnum tíðina varð víst fram, eins og børn og vaksin fingu høvi at royna seg á máttuni við spølum og judo. Kvøldið endaði við onkrum søtum og drekka afturvið.

Komandi sesong byrjar aftur, tá skúlarnir eru byrjaðir eftir summarferiuna, og tá ber til hjá nýggjum limum at tekna seg.

Her eru nakrar myndir frá kvøldinum.

Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026
Johannes fingið svart heiðursbelti
23.04.2026
Aðalfundur
17.04.2026
Gleðilig jól
23.12.2025
Ukraina luttekur aftur í altjóða kappingum frá byrjanini av 2026
15.12.2025