Bjarni við í OL

24. juli 2019
  • Petur Sigurð Johannesen, venjari, og Bjarni Kyrri Ólavsson, luttakari í -55 kg.
  • Bjarni Kyrri Ólavsson, fyrsti føroyski judoleikari í olympiskum leikum
  • Ryggmerkið hjá Bjarna hevði ikki landanavn og eftirnavn sum hjá hinum luttakarunum
  • Í lutakastinum kom Bjarni at kappast móti einum Niðurlendingi

Sum fyrsti føroyski judoleikari luttók Bjarni Kyrri Ólavsson í dag í Olympisku Leikunum fyri ung.

ÍSF fekk í vetur loyvi til, at Føroyar stilla upp undir egnum flaggi til EYOF (European Youth Olympic Festival), og nú leikirnir eru í Baku í Azerbaijan valdi ÍSF at senda 6 føroysk ung ítróttafólk til teikirnar. Talan er um 1 judoleikara og 5 svimjarar.

Føroyska ferðalagið býr saman við danska hópinum, men hóast Eurpoeiska Olympiska Nevndin hevur loyvt Føroyum at luttaka, so skuldu vit marchera inn saman við danska liðnum. Tað vildu vit ikki, so føroysku luttakararnir sótu á áskoðaraplássinum undir setanini.

Bjarni hevði fingið boð um, at giirnar skuldu onki ryggmerki hava á, tá hann kom til Baku, tí tey seymaðu tey á har. Tá ryggmerkini vóru seymað á, kundi konstaterast, at Bjarnasa høvdu hvørki landanavn ella eftirnavn á, sum tey hjá hinum leikarunum (og sum er vanligt til allar kappingar). Men í kappingunum luttaka føroyingarnir undir føroyska flagginum og eru í kappingarskránni skrásettir sum føroyingar og ikki sum danir. So hóast vit eru við sum føroyingar, so er langt á mál hjá ÍSF enn, men tey fara við góðum treysti at arbeiða víðari við at útvega okkum fullan føroyskan luttøkurætt.

Ferðin byrjaði úr Føroyum hósdagin 18. Juli fríggjadagin 19. Juli gekk leiðin víðari til Baku í Azerbaijan.

Týsdagin 23. Juli var so innviging og tekniskur fundur, har m.a. lutakast var. Lutakastið fall soleiðis út, at Bjarni kom at kappast móti Laurens Wilms úr Niðurlondum. Hendan dystin tapti Bjarni, og av tí at niðurlendingurin ikki kom so langt í kappingini, bleiv tað ikki til nakran dyst í repechage.

Men Bjarni hevur fingið eina stóra uppliving, og føroyskt judo hevur fingið enn ein pall at luttaka í.

Við á ferðini er Petur Sigurð Johannesen sum venjari, og føroyska ferðalagið kemur heim til Føroya 28. Juli.

Fylgjast kann við judokappingini á EYOL her.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023