Meira enn 5.300 trø plantaði
31. oktober 2019
Í samband við altjóða judodagin 28. oktober, sum er føðingardagurin hjá Jigiro Kano, sum stovnaði judo, hevði altjóða judosamgongan International Judo Federation ásett temaið: Planta eitt træ í ár.
Judo í 72 londum tóku hesa áheitan til sín, og meira enn 5.300 trø eru plantaði.
Sum myndin vísir, so er tað bara Føroyar av norðanlondum, ið vóru við í hesum átaki. Sunda Judofelag gjørdi av at planta trø saman við Nátúrulundini við Streymin. Hesi trø verða plantaði leygardagin 9. november.
Faroe Islands Judo Open
28.08.2026
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026