Havnar Judofelag 50 ár

01. mars 2021
  • Venjing hjá Havnar Judofelag í Kommunuskúlanum.

Í dag 1. mars 2021 eru júst 50 ár síðani Havnar Judofelag byrjaði virksemi sítt.

Fyrstu tíðina var Havnar Judofelag partur av bragdinum, men seinni bleiv tað til egið felag við egnum limum.

Havnar Judofelag vandi í niðaru fimleikahøllini í Kommunuskúlanum frá byrjan til miðskeiðis í 80-unum, tá flutt varð í betri hølir í Eysturskúlanum, har felagið helt til, til nýggja høllin í kjallaranum í Høllini á Hálsi var tøk fyri fáum árum síðani, og har húsast felagið í dag.

Havnar Judofelag var byrjanin til judo í Føroyum, og felagið var einasta av sínum slag til 1973, tá Klaksvíkar Judofelag varð stovnað. Seinnu árini eru fleiri feløg komin afturat.

Tosar tú við fólk í Havn, so eru rættiliga nógv av teimum, sum okkurt tíðarskeið hava vant við Havnar Judofelag, so sigast kann, at felagið hevur havt stóran týdning fyri ítróttin í høvuðsstaðnum.

Felagið hevur eisini havt samstarv við feløg uttanlands. Í 1979 vóru judoíðkarar úr Aalborg í Havn og vitjaðu felagið og vandi saman við teimum, og í 1980 fóru limir úr Havnar Judofelag so til Norðurjútlands at vitja Aalborg Judo og Jiu-Jitsu Klub, Aalborg Politi Judoklub og Mou Idrætsforening, judoafdelingen. Hesi vitjaðu so aftur í Havn í 1981 og so í 1982 vóru limir úr Havnar Judofelag aftur og vitjaðu í Norðurjútlandi. Øll árini hevur verið serligt vinarlag millum hesi feløgini.

Havnar Judofelag er framvegis í fremstu røð í føroyskum judo, og vit vilja herfrá ynskja felagnum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 50 árunum og blíðan byrð framyvir.

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023