Búgvi gjørdist Europameistari

02. juni 2022
  • Búgvi Poulsen saman við hinum føroyska luttakaranum, Jógvan Páll Kristiansen | Mynd: Marilyn Hansen

Búgvi Poulsen hevur í morgun kappast um Europameistaraheitið fyri veteranar.

Kappingin fer fram í Heraklion á griksku oynni Kreta. Búgvi kappast í vektbólkinum -81 kg. í bólki M5, sum eru menn millum 50 og 55 ár.

Fyrsti dystur hjá Búgva var móti Nugar Kotchlamazashvili úr Georgia, og hendan dystin vann Búgvi.

Síðani kom hann móti Angel Benavides Plat úr Spania, ið varð mettur at vera sterkasti luttakarin í bólkinum, og hendan dystin vann Búgvi eisini.

Finalan var móti svianum Peter Wensberg, og eisini hendan dystin megnaði Búgvi at vinna, og harvið gjørdist hann Europameistari.

Hetta er fyrstu ferð, at føroyskir luttakarar eru í EM-kappingini fyri veteranar. Umframt Búgva er Jógvan Páll Kristiansen eisini við. Hann kappast leygardagin í vektbólkinum -73 kg. í bólki M2, sum eru menn millum 35 og 39 ár.

Faroe Islands Judo Open
28.08.2026
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026