Sunda Judofelag byrjar venjingarnar aftur

25. august 2022

Sunda Judofelag byrjar venjingarnar aftur mánadagin 29. august 2022. Vant verður í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin.

Vant verður soleiðis:

Mánadag:

17.30 - 18.30 venja børn U10 ár (børn 7 - 10 ár)

18.30 - 20.00 venja U15 og vaksin (børn 10 ár og eldri)

Mikudag:

17.30 - 18.30 venja børn U10 ár (børn 7 - 10 ár)

18.30 - 20.00 venja U15 og vaksin (børn 10 ár og eldri)

Hósdag ólíka vika:

19.00 - 20.30 Felagsvenjing U15 og vaksin

Felagsvenjingin er í samstarvi við Havnar Judofelag, har vant verður á Oyrarbakka ólíka vikur og í Havn líka vikur.

Sunda Judofelag gleðir seg at síggja tykkum.

Nýggir limir eru vælkomnir, tað er bara at møta upp.

Limagjald fyri børn upp til 14 ár kann gjaldast her

Limagjald fyri vaksin kann gjaldast her

Faroe Islands Judo Open
28.08.2026
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026