Klaksvíkar Judofelag byrjar venjingarnar aftur

30. august 2022

Mánadagin 7. septembur byrja venjingarnar hjá Klaksvíkar Judofelag aftur.

Fyrstu tíðina venja vaksin og børn saman. Venjingar eru mána- og mikudag frá kl 18:30 til 19:45. Mánadag er venjing fyri nýbyrjarar og roynd. Mikudag er venjing fyri roynd (“roynd” er í minsta lagi gult belti).

Eisini verður skipa fyri felagsvenjing fyri roynd U15 og vaksin hósdagar. Tað eru Sunda Judofelag og Havnar Judofelag sum skipað hesar felagsvenjingar. Tær verða hóskvøld kl 19:00 – 20:30. Venjingarnar verða ávikavist í Tórshavn (líka vikur) og á Oyrabakka (ólíka vikur). Í samband við hesar venjingarnar, avgera venjararnir í Klaksvík, hvørt vit meta hvørji U15 íðkarar kunnu luttaka.

Undanfarin ár hava vit ikki kravt limagjald, men verður hetta broytt í ár. Limagjaldið fyri kappingarárið 2022/23 verður 200,- kr. Limagjaldið verður ikki kravt inn fyrr enn 1. oktobur. Sostatt hava øll møguleika at koma til venjingar og avgera um tey ynskja at halda fram og harvið gerast limir.

Venjingartíðir - Klaksvíkar judofelag - 2022:

Mánadag: 18:30 - 19:45 Nýbyrjarar og roynd
Mikudag: 18:30 - 19:45 Roynd
Hósdag: 19:00 - 20:30 Felagsvenjing (Á Oyrabakka og í Havn) - U15 og vaksin roynd

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023