Teir gomlu kunnu eisini gera judo

02. oktober 2022

Svendborg Judo Klub skipaði leygardagin fyri einari altjóða, hugnaligari masterkapping í judo, t.e. judo fyri ”gamlar” judoíðkarar, har aldursmarkið niðureftir er 30 ár, meðan teir elstu kunnu vera upp ímóti teimum 70.

5 føroyskir luttakarar vóru við í kappingini, og teir kláraðu seg allir væl, summir fingu enntá medaljur.

Magnus Pauli Glerfoss, sum fyri eini 30 árum síðani kappaðist á landsliðnum, var aftur í eldinum leygardagin. ”Eg hevði gloymt, hvussu sterk judofólk eru” sigur hann. Tað bleiv ikki til heiðursmerki hesa ferð, men nógv rós fyri at koma at kappast móti – fyri tað mesta – yngri veteranum.

Hjalmar Johannesen gjørdi eisini comeback og vísti, at tá tann ringasti rusturin er bankaður av, so kann hann framvegis. Judostílurin hjá honum er framvegis flottur og uppreistur. Hann kastar væl og manglar bara nakrar venjingartímar í kroppinum, áðrenn hann er tann gamli Hjalmar aftur.

Stóribeiggin Petur Sigurð Johannesen gjørdi aftur hesa ferð, sum hann plagar. Hann kappaðist effektivt, sterkt og á høgum tekniskum støði og endaði í tveimum finalum. Hann fekk gull í egnum vektbólki, meðan hann í opnum bólki mátti leggja kongin í finaluni móti 210 cm høga og 140 kg tunga risanum úr Berlin.

Verandi europameistarin Búgvi Poulsen gjørdi skjótt av móti teimum flestu og tryggjaði sær gullið uttan nakrar trupulleikar. Tað var – kann man siga – ”sum hann plagar…”

Sigmundur Johansen kom enn eina ferð afturíaftur á máttuna. Kondiin manglaði, men hann gjørdi eitt sera gott hál, tá hann vann á Boris Schuleit frá Århus Judo Klub, sum er ein rættiliga góður veteranur.

Leygarkvøldið dyrkaðu luttakararnir vinarlagið við luttøku av mest sum øllum luttakandi londunum, sum eisini er eitt av endamálunum við slíkari kapping.

Sum vit vita, so duga danir ikki at leggja kappingar í mun til, nær heystfjøllini verða gingin, so kappingin komandi ár er løgd at vera 7. oktober 2023. Tá verður aftur møguleiki at fara til Svendborgar at royna sína styrki í veteranjudo. Tað er hugnaligt og stuttligt.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023