Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
Mikudagin 23. august byrja venjingarnar hjá Klaksvíkar Judofelag aftur.
Venjingar eru mána- og mikudag. Børn frá kl 18:30 til 19:30. Vaksin frá 19:30 til 20:30.
Mánadag eru barnavenjingarnar fyri nýbyrjarar og roynd.
Mikudag er barnavenjingarnar fyri roynd (“roynd” er í minsta lagi gult belti).
Vaksin venja øll saman, nýbyrjarar og roynd.
Venjarar í ár verða Malvinus og Natanael.
Limagjaldið fyri kappingarárið 2023/24 verður 400,- kr. Familjuavsláttur verður givin, og merkir hetta, at næsti familjulimir rindar 200,- kr.
Limagjaldið verður ikki kravt inn fyrr enn 1. oktobur. Sostatt hava øll møguleika at koma til venjingar og avgera um tey ynskja at halda fram og harvið gerast limur.
Limagjald er krav, um tey íðkandi skulu verða umfataði av trygging hjá ÍSF.
Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur, og eru spent til eitt nýtt judo-ár