Jan Günther heiðraður

10. februar 2024
  • Jan Günther fekk Heiðusskjal Poul E. Petersens fyri 2023 handað av Kerstin Laksáfoss, nevndarlimi í ÍSF | Mynd: Jens Kristian Vang

 

Á ítróttafagnaðinum 10. februar 2024 var Jan Günther heiðraður við Heiðurskjali Poul E. Petersens.

Poul E. Petersen var maðurin, sum í 1939 stovnaði Ítróttasamband Føroya og var formaður sambandsins fyrstu árini. Heiðurskjalið er uppkallað eftir honum.

Um heiðranina skrivaði Sosialurin soleiðis:

"Legendariski judo-íðkarin og venjarin Jan Günther fekk heiðursskjalið fyri mongu tøkini, hann hevur tikið fyri føroysku judo-ítróttina. Tað var Kerstin Laksáfoss, nevndarlimur í ÍSF, ið handaði Jan Günther heiðurin.

Jan Günther helt skemtiliga fyri, at tað var upp á tíðina, at hann fekk heiðurin, men at hann var farin at ivast, um hetta var ein húkur, ið onkur hevði sent eftir honum, fyri at fáa hann upp í umhvørvið aftur. Hann hevur seinastu árini ikki verið virkin. Hann dugdi eisini væl at seta orð á judo ítróttina.

-Judo hevur sína egnu filosofi úr Japan, har ein roynir at vera hampuligur, sjálvt um ein bankar hvønn annan, segði Jan Günther."

Vit í Judo Føroyum ynskja Jan Günther hjartaliga til lukku við heiðrinum, sum er fult uppiborin!

Ukraina luttekur aftur í altjóða kappingum frá byrjanini av 2026
15.12.2025
Kalendari - yvirlit yvir tiltøk 2025-26
11.11.2025
Petur Sigurð nýggjur formaður
16.08.2025
Aðalfundur
01.08.2025
Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025