Luttaka í NM í Sundsvall, Svøríki

24. mai 2024
  • Føroyska ferðalagið til NM 2024. Frá vinstru: Myrna Fjallsbak, ferðaleiðari, Ingibjørg Fjallsbak, Denis Golovkin, Kjartan Gray, Petur Sigurð Johannesen, Jógvan Páll Kristiansen, Fríða Borgarlíð, Búgvi Poulsen, Roland Vogt, landsliðsvenjari og Hanus Steinberg. Kristianna á Túgvu, ferðaleiðari, manglar á myndini. | Mynd: Kristianna Solbjerg á Túgvu

Hetta vikuskiftið luttaka føroyskir judoleikarar í kappingini um Norðurlanda Meistaraheitið 2024.

Kappingin fer fram í Sundsvall í Svøríki, og føroyingar luttaka í hesum kappingum:

Cadets kvinnur:

Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, -57 kg.
Josefina Ingibjørg Fjallsbak, -63 kg.

Cadets menn:

Hanus Steinberg, -81 kg.
Denis Golovkin, -60 kg.
Kjartan Gray, -60 kg.

Senior menn:

Petur Sigurð Johannesen, -100 kg.

Veteranar:

Búgvi Poulsen, -81 kg.
Jógvan Páll Kristiansen, -73 kg.
Petur Sigurð Johannesen, -100 kg.

Roland Vogt er landsliðsvenjari, og ferðaleiðarar eru Myrna Fjallsbak og Kristianna á Túgvu, sum eisini umboðar Judo Føroyar á fundinum millum Norðanlondini.

Andrias Sumberg og Jóan Petur Petersen verða millum dómararnar í kappingini.

Kappingin verður leygardagin og sunnudagin.

Faroe Islands Judo Open
28.08.2026
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026