Gull og silvur til British Veterans Open
29. mars 2025
Í vikuskiftinum kappaðust Petur Sigurð Johannesen og Jógvan Páll Kristiansen í British Veterans Open í London, har dagurin eydnaðist framúr væl hjá báðum.
Jógvan Páll var í bólkinum -73kg M2, ið hevði seks luttakarar. Talan bleiv um fimm dystir, har Jógvan Páll vann silvur.
Petur Sigurð kappaðist í bólkinum -100kg M3, ið hevði seks luttakarar. Hann gjørdi ikki minni enn at vinna puljuna og síðan semifinalu og finalu og harvið gull heiðursmerkið.
Heiðursmerkini vórðu handað av japansku judo legenduni Shohei Ono.
Faroe Islands Judo Open
28.08.2026
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026