Stór føroysk luttøka í Norðurlandameistarkapping

24. mai 2018

Leygardagin 26. og sunnudagin 27. mai 2018 verður kappingin um Norðurlanda Meistaraheitið í judo hildin í Hillerød í Danmark.

12 føroyskir luttakarar skulu hesar dagarnar royna seg í ymiskum vektbólkum.

Hjá monnum undir 18 ár luttaka Bjarni Kyrri Ólavsson úr Havnar Judofelag í vetkbólkinum -50 kg., Fríði Magnusson Carlsson úr Havnar Judofelag í vektbólkinum -55 kg og Aleksandur Christensen úr Sunda Judofelag í vektbólkinum -81 kg.

Hjá monnum undir 21 ár luttaka Dánjal á Krákusteini og Bárður Hentze Lenvig úr Havnar Judofelag í vektbólkinum -66 kg.

Hjá kvinnum luttaka Sanna Nolsøe Djurhuus frá Oxford Judo í vektbólkinum -78 kg., Silja Johannesen úr Sunda Judofelag í vektbólkinum -70 kg. og Hansa Torgerð Ellingsgaard úr Sunda Judofelag í vektbólkinum -78 kg.

Hjá monnum luttaka Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í vektbólkinum -100 kg., Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag í vektbólkinum -90 kg. og Nikolai Sigurðsson úr Klaksvíkar Judofelag í vektbólkinum -73 kg.

Hjá monnum veteranum luttaka Búgvi Poulsen úr Havnar Judofelag í vektbólkinum -81 kg., Petur Sigurð Johannesen úr Havnar Judofelag í vektbólkinum -100 kg. og Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag í vektbólkinum -90 kg.

Harafturat er blandað liðkapping, har 3 menn og 3 kvinnur eru á liðnum. Tilmelding til ta kappingina er leygardagin, og væntandi luttekur eitt føroyskt lið har eisini.

Venjari hjá føroyska landsliðnum er danin Roland Vogt og hjálparvenjari er Petur Sigurð Johannesen.

Grand Prix 3. umfar
13.11.2018
Gran Prix 2018/19, 2. umfar
11.10.2018
Grand Prix 2018/19 - 1. umfar
25.09.2018
Sandoyar Judofelag sett á stovn
04.09.2018
Føroyingur norðurlendskur meistari
29.05.2018