Copenhagen Open 2019

18. apríl 2019

Um páskirnar er stórt føroyskt judovirksemi á Amager í Keypmannahavn.

Skipað verður fyri stórati stevnu har, nevnd Copenhagen Open. Har er bæði kapping í nógvum ymiskum aldursbólkum, og aftaná er venjingarlega.

Nógv føroysk judofólk luttaka í tiltakinum.

Landsliðsleikarar okkara eru 14 í tali, harafturat eru 3 frá Havnar Judofelag, 3 frá Sunda Judofelag og ikki færri enn 14 frá Klaksvíkar Judofelag eisini við til tiltakið.

Vit ynskja teimum alt tað besta við kappingini Langa Fríggjadag, og vóna eisini, at tey fáa nógv burtur úr venjingarleguni, sum verður frá páskaaftan til annan páskadag.

Føroyska ferðalagið fór avstað Skírisdag og kemur aftur Annað páskakvøld.

FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026
Johannes fingið svart heiðursbelti
23.04.2026
Aðalfundur
17.04.2026