Altjóða judo dagur
28. oktober 2019
28. oktober er á hvørjum altjóða judodagur.
Hendan dagin varð stovnarin av judo ítróttinum, japanesarin Jigiro Kano føddur.
Í ár var kring allan heimin serligt tema fyri dagin, nevniliga: Planta eitt træ.
Sunda Judofelag helt altjóða judodagin á fyrsta sinni í fjør, og aftur í ár helt felagið hendan dagin.
Í kvøld varð skipað fyri familju-judo tiltaki, har hópin av fólki luttóku.
9. november fara limir í felagnum, saman við limum í Náttúrulundini við Streymin, at planta trø í Náttúrulundini.
Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023