FM fyri vaksin 2020

03. januar 2021
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Mynd: Sofus Debes Johannesen

Føroyameistarakappingin fyri vaksin, sum plagar at vera saman við borðtennis og badminton í apríl á hvørjum ári, varð í ár fyrst útsett og síðani avlýst vegna corona.

Judo Føroyar valdi tó í fyrsta umfari at útseta okkara part av kappingini til september, men heldur ikki tá varð hildið ráðiligt at halda kappingina, m.a. tí feløgini júst vórðu byrjaði aftur og leikararnir tí ikki vóru í venjing.

Tí bleiv kappingin ásett at vera millum jól og nýggjár, m.a. tí at tá eru vanliga fleiri heima í jólafrí, sum vanliga plaga at luttaka.

Hóast coronastøðuna valdu vit at hava tiltakið. Treyt varð tó sett teimum, sum komu uttanlands frá, at tey skuldu hava negativa test frá 6. degi.

Úrslitini av kappingini gjørdust:

Unglingar:

1. Petur Sigurd á Túgvu, Sunda Judofelag
2. Torkil Holm, Suðuroyar Judo
3. Sveinur Asbjarnarsson, Sunda Judofelag
4. Rúni S. Vang, Havnar Judofelag

Menn undir 73 kg.:

1. Gunnar Magnussen, Havnar Judofelag
2. Hans Jákup Glerfoss, Klaksvíkar Judofelag
3. Fríði M. Carlsson, Havnar Judofelag
4. Dánjal á Krákusteini, Havnar Judofelag
5. Petur Sigurd á Túgvu, Sunda Judofelag

Menn undir 90 kg.:

1. Jógvan Páll Kristiansen, Sunda Judofelag
2. Tóki Brandsson, Havnar Judofelag
3. Sigmundur Johansen, Skálafjarðar Judo
4. Jóan Petur Petersen, Klaksvíkar Judofelag

Menn, opin bólkur:

1. Petur Sigurd Johannesen, Havnar Judofelag
2. Edvard Johannesen, Sunda Judofelag
3. Jógvan Páll Kristiansen, Sunda Judofelag
3. Hans Jákup Glerfoss, Klaksvíkar Judofelag

Vónandi fer at vera møguligt at halda vanliga felags FM fyri judo, borðtennis og badminton sum vant aftur á vári 2021.

Aðalfundur
12.04.2024
FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023