Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi

25. januar 2025
  • Á myndini síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak. | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Kjartan Gray, bronsu í vektbólkinum -60 kg. í RIG 2025 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Denis Golovkin, brosnu í vektbólkinum -66 kg. í RIG 2025 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Kjartan Gray og Denis Golovkin bronsu í ávikavist -60 og -66 í RIG 2025 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Vinnararnir í vektbólkinum -66 kg. í RIG 2025 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Vinnararnir í vektbólkinum -60 kg. í RIG 2025 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Føroyskir judoleikarar hava í dag luttikið í RIG – Reykjavík International Games.

Tað gekk væl hjá teimum fýra: Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríðu Borgarlíð og Josefinu Fjallsbak.

Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sína bronsumedalju, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll 4 hava fingið nógv positivt burtur úr kappingini, sum er eitt afturvendandi tiltak. Hetta er 13. ferðin, kapingin hevur verið, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.

Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu.

Á myndini síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak.

Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025
Gull og silvur til British Veterans Open
29.03.2025
FM fyri børn 2025
15.03.2025
Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi
25.01.2025
Góð altjóða úrslit í judo
30.09.2024