Havnar Judofelag: Nú byrjar Judo aftur!

20. august 2021

Nú fara vit í gongd við at venja judo aftur aftaná summarferiuna. Vit fara at byrja aftur mikudagin 25. aug. Kl. 17-18 við U11, síðani vera vaksin frá 19 – 20.30.

Vit hava valt í fyrsta umfarið at deila upp í hesar bólkar:

Vaksin: árg. 2006 og eldri. Venja mána- og mikudagar kl. 19.00 – 20.30, umframt hósdag 18.00 – 20.00

U15: árg 2007 – 2010. Venja týs- og hósdag frá 17:00 – 18:00

U11: árg. 2011 – 2014. Venja mána- og mikudag frá 17:00 – 18:00

Í fyrsta umfari vera nýggj og roynd blanda, men um tað er stór undirtøka skaffa vit fleiri tíðir og holdini sundur.

Sum nakað nýtt fara vit at hava eitt lið til U7, árg. 2015 og yngri. Her verður dentur serliga lagdur á rørslu og spæl. Hendan venjing verður fríggjadag frá 16:15 – 17:00.

Vónandi fáa vit eitt gott og spennandi judoár!

Havnar Judofelag

Til ber at gjalda limagjaldið her.

FM fyri børn 2024
16.03.2024
Jan Günther heiðraður
10.02.2024
Bronsu í RIG
28.01.2024
Fyrsti altjóða judodómari
16.10.2023
Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023