Føroyar í EM fyri smátjóðir

03. november 2022

Um vikuskiftið fara 10 føroyskir judoleikarar at kappast í EM fyri smátjóðir í Europa.

Kappingin fer fram í Luxembourg, og tað verða judoleikarar úr 10 teimum minstu londunum, sum eru limir í Europeiska Judosambandinum, sum fara at kappast.

Upprunaliga var tað judosambandið í Luxembourg, sum ætlaði at fyriskipa eina kapping fyri smálond, men Europeiska Judosambandið sá virðið í einari slíkari kapping, og tí varð avgjørt, at talan skal vera um kapping um Europeiska Meistaraheitið fyri smátjóðir.

Føroysku luttakararnir eru: Anna S. Steinberg, sum kappast í bólkinum kvinnur -70 kg, Fríði M. Carlsson, kappast í bólkinum menn -66 kg, Jógvan Páll Kristiansen, Bárður H. Lenvig, Gunnar Magnussen og Petur Sigurd á Túgvu kappast fyri menn -73 kg., Búgvi Poulsen -81 kg., Jóan Petur Petersen -90 kg., Petur Sigurð Johannesen -100 kg. og Edvard Johannesen +100 kg.

Kappingin verður leygardagin og sunnudagin, og ferðalagið kemur heim aftur mánadagin.

Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025
FM vinnararnir hjá vaksnum
26.04.2025
Gull og silvur til British Veterans Open
29.03.2025
FM fyri børn 2025
15.03.2025
Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi
25.01.2025