2 silvur og 1 bronsu í EM-kapping
Um vikuskiftið hevur verið Europameistarakapping í judo fyri smátjóðir.
Kappingin var í Luxembourg, og hetta er fyrstu ferð, at hendan kappingin hevur verið hildin. Men semja er við EJU um at kappingin skal halda fram.
Helst kemur hendan kappingin at vera annað hvørt ár, meðan Smálandakappingin við nógvum ymiskum ítróttagreinum – herundir eisini judo – er annaðhvørt ár. Trupulleikin hjá okkum í Føroyum er bara tann, at vit sleppa ikki at luttaka í tí kappingini, tí vit eru ikki olympiskt viðurkend. Men ÍSF arbeiðir við tí, og vónandi fer tað at eydnast okkum í hvussu er at sleppa við í ta smálandakappingina.
Føroyar luttóku við 10 luttakarum, 9 monnum og 1 kvinnu.
Vit stóðu okkum nøkunlunda væl. Smálondini á Europeiska meginlandinum hava væl betri møgulleikar enn vit at koma við til stórar kappingar og harvið menna seg, tí tey kunnu bara seta seg í ein bil at koma til tær, meðan tað er væl dýrari hjá okkum og t.d. Íslandi.
Vit koma heim aftur við trimum heiðursmerkjum, tveimum silvur og einari bronsu.
Búgvi Poulsen vann bronsu í vektbólkinum -81 kg. hjá monnum, meðan Petur Sigurð Johannesen og Edvard Johannesen vunnu silvur í ávikavist -100 kg. og +100 kg. bólkunum.
Umframt kappingarnar fyri einstaklingar so luttóku vit eisini í kappingini fyri blandað lið. Á teimum liðunum eru 3 kvinnur og 3 menn í ymiskum vektbólkum. Men av tí at vit bara høvdu eina kvinnu við, so høvdu vit tvey tóm pláss á liðnum. Í liðkappingini taptu vit kappingina um bronsuna.
Sum nevnt verður kappingin væntandi aftur um tvey ár á Cypern, og tá er ætlanin hjá okkum at møta við fleiri fólkum, bæði unglingum og seniorum, kvinnum og monnum.