Andrias á altjóða dómaraskeiði

21. mars 2023

18-19 mars var dómara/venjara seminar hjá EJU (Europien Judo Union) í Portugal, og  Andrias Sumberg var sum umboð fyri Judo Føroyar.

Tað vóru fólk frá øllum Europa og umboðsfólk frá IJF (Internatiolan Judo Fedoration). Tey gjøgnumgingu ymiskar støður á video (áleið 220 ymisk video), og so var kjakast um tað var shido (gula kort) ella ikki, um tað vær Ippon ella Waza-ari (fult stig ella ½ stig) osv.

Tað kom ofta fyri, at tey ikki vóru samd um, hvat støðan hjá EJU var, og tá blivu videoni hugt frá fleiri vinklum og á slow-motion.

Tað vóru nógvar reglur, sum blivu umorðaðar, so tað var lættari at skilja.

Tá man er til hesi seminarini, hevur man møguleikan at socialsera við dómarar, sum koma frá øllum Europa, og summun hevur man dømt kappingar saman við. Her er eisini møguligt at samarbeiða við dómara kollegar, har man so møguliga verður bjóðaður at koma at døma ymiskar kappingar runt í Europa.

Tað er gott at fáa eitt prátt við teir skandinavisku dómara-kolleganar frá Finnland, Danmark, Svøriki og Norra, har tað m.a. bleiv tosað um Norðurlanda meistaraheitið, sum verður í mai, har Norra eru vertir.

Klaksvíkar Judofelag byrjar aftur
22.08.2023
Suðuroyar Judo byrjar aftur
21.08.2023
Havnar Judofelag byrjar aftur
18.08.2023
Aðalfundur
04.08.2023
Venjingarlega fyri ung og vaksin
02.07.2023