Venjingarlega fyri ung og vaksin
02. juli 2023
Í døgunum 27. til 30. juni skipaði Judo Føroyar fyri venjingarlegu á Oyrarbakka.
Tað var Bárður Hentze Lenvig, sum umframt at vera ein av landsliðsleikarum okkara, eisini er venjari hjá Havnar Judofelag, sum tók stig til venjingarleguna, har hann – saman við landsliðsvenjara okkara, Roland Vogt – stóð fyri venjingini.
Venjingarlegan var sera væleydnað.
Málbólkurin hjá teimum ungu var U15 og U12, og umleið 20 ung vandu hesar dagarnar frá kl. 9 til 15, og um kvøldarnar vóru eisini eini 20 vaksin, sum luttóku í venjingunum.
Jóan Petur Petersen og Bárður Hentze eiga myndirnar, ið eru hjálagdar.
Nevnast kann í hesum sambandi, at Bárður Hentze Lenvig og Roland Vogt eru tilmeldaði IJF Academy, har teir komandi tíðina fáa venjaraútbúgving.
Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025
Gull og silvur til British Veterans Open
29.03.2025
FM fyri børn 2025
15.03.2025
Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi
25.01.2025
Góð altjóða úrslit í judo
30.09.2024