Tara Babulfath fær 3 mánaðar karantenu

19. august 2024

18 ára gamla svenska Tara Babulfath, sum vann bronsu í OL judokappingini í vektbólkinum -48 kg. hevur fingið dóm frá disiplinernevndini hjá Altjóða Judosambandinum. Hon fær karantenu í 3 mánaðir frá øllum kappingum, venjingarlegum v.m., sum IJF ella EJU skipa fyri.

Orsøkin til dómin er, at hon mótmælti harðliga dømingina í semifinaluni, har hon fekk 3 shido og harvið Hansokumake. Ein døming hjá einum judodómara skal virðast, og tað verður ikki góðtikið, at íðkarar seta seg upp ímóti dómarunum.

-Tað var væntað, at eitt eftirspæl skuldi koma eftir hendingina í semifinaluni, tí innan judo hava vit eitt sterkt virðisgrundarlag, har respekt, lýdni og sjálvskontroll eru nøkur av virðisorðunum í judo, sigur Kristiina Pekkola, forkvinna í svenska judosambandinum.

-Vónandi kemur eisini okkurt positivt av hesi hendingini, nevniliga at judoíðkarar – bæði børn, vaksin, kappingarfólk og venjarar – læra meira um virðisgrundarlagi í judo.

Hvat hendi?

Tað var undir semifinaluni hjá kvinnum í vektbólkinum -48 kg. at sinnið kom eitt sindur ov nógv í kók hjá Taru Babulfath. Hetta var eftir at hon hevði fingið sítt triðja Shido og harvið hevði tapt dystin. Tara var ikki samd við dómaran og bleiv standandi á máttuni og mótmælti dømingini. Hetta kundi havt kosta henni framhaldandi luttøku, men eftir at dómararnir høvdu viðgjørt málið á staðnum, slapp hon at halda fram, og sum kunnugt vann hon bronsu. Hetta var fyrsta OL-medaljan í judo hjá Svøríki, og bara aðru ferð, at eitt norðanland vann OL-heiðursmerki í judo. Fyrru ferð var í 1984, tá íslendingurin Bjarni Friðriksson eisini vann bronsu.

Tí eru protestirnar hjá Babulfath alvorligar

Í fleiri øðrum ítróttagreinum eru tað nokk ikki nógv, sum leggja til merkis, at ítróttafólk ikki eru nøgd við eina døming, men í judo er tað øðrvísi. Judo er meira enn ein ítróttur, judo er eisini ein máti at liva uppá. Judo hvílir á einum sterkum virðisgrundarlagi, sum er eins kring allan heimin. Virðisgrundarlagið byggir á 8 virðisorð, sum skulu vegleiða judoíðkarar bæði á máttuni og uttanfyri. Nøkur av virðisorðunum eru respekt, lýdni og sjálvskontroll. Tað hevur m.a. við sær, at íðkarar bukka fyri hvørjum øðrum bæði áðrenn og aftaná ein dyst, takka mótstøðufólkunum og vísa virðing fyri dómaranum, eins og teir hava sjálvskontroll, soleiðis at teir í øllum støðum kunnu kontrollera, hvussu teir uppføra seg og og hýrin (humør).

https://judo.se/2024/08/tara-babulfath-stangs-av-i-3-manader-efter-incidenten-pa-os/?fbclid=IwY2xjawEv9SBleHRuA2FlbQIxMQABHYCCKJ_bkaPPikuJlh9401UNv_856zn-QWGfOUbMNqiKaqarjFEBtqqqUA_aem_xHmhDWwtMuCC0DTRpwmoaA

 

Góð altjóða úrslit í judo
30.09.2024
Venjingartíðir hjá judofeløgunum
19.08.2024
Judovirðir
19.08.2024
Tara Babulfath fær 3 mánaðar karantenu
19.08.2024
Aðalfundur
06.08.2024