Johannes fingið svart heiðursbelti

23. apríl 2026
  • Johannes Johannesen fingið svart heiðursbelti | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Sunda Judofelag varð stovnað 31. januar 1981, so í ár eru 45 ár síðani stovnanina.

Í tí sambandi helt felagið sokallað "Reypikvøld" nú vetrarhálvan hjá felagnum endaði. Til eitt reypikvøld verða heiðursmerkir, myndir og annað, sum felagið hevur vunnið gjøgnum tíðina víst fram, børn og vaksin fáa høvi at royna seg á máttuni við spølum og at royna judo, og so verður endað við kaffi, saft, køkum og frukt.

Eftir sum tað í ár eru 45 ár síðani stovnanina, bar Hanna Paula við Streym, varðaborgarstjóri í Sunda Kommunu, fram heilsan frá kommununi, eins og tey handaðu felagnum blómukurv.

Ein av stovnarunum, Johannes Johannesen, sum eisini hevur verið einsamallur venjari fyrstu 30-35 árini, varð eisini heiðraður við svørtum belti - einum sonevndum heiðursbelti - fyri hansara ótroyttiliga arbeiði fyri felagið, sum eisini gjørdi, at felagið kom gjøgnum kreppuárini í 90-unum uttan nakran tíð at steðga.

Vit ynskja Johannes og Sunda Judofelag hjartaliga tillukku!

Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026
Johannes fingið svart heiðursbelti
23.04.2026
Aðalfundur
17.04.2026
Gleðilig jól
23.12.2025
Ukraina luttekur aftur í altjóða kappingum frá byrjanini av 2026
15.12.2025