Judovirðir

19. august 2024

Mót: At tora at gera tað rætta

Vís mót í øllum umførum. Far á máttuna við uppreistari pannu, bæði til venjing og til kappingar. Gev ongantíð upp – sjálvt um vandi er fyri tapi ella mótstøðufólki er betri

Reiðiligur: At søkja sannleikan og bera seg fram reiðiliga

Ver reiðiligur mótvegis tær sjálvum og øðrum. Kappast reiðiliga, uttan gerðir ella baktankar, sum ikki samsvara við reiðiligan ítrótt

Virðing: Uttan virðing er einki álit

Hav virðing fyri tínum umhvørvi og øllum menniskjum uttan um teg. Møt venjarum og makkarum høviskliga. Viðurkenn teirra avreksverk – øll gera tað besta, tey kunnu.

Sjálvstamarhald: at hava tamarhald á sær sjálvum og sínum størstu avbjóðingum

At hava skil fyri stundvísi og disciplin undir útbúgving og kapping. Halt fokus, tá tú ert á máttuni – sjálvt í órættvísum støðum. Tey, sum hava tamarhald á sær sjálvum, kunnu klára sjálvt tær størstu avbjóðingarnar.

Kurteisi. Stórmenni koma frá, hvussu vit fara við øðrum

Tú skalt viðfara venjingarpartnarar og mótstøðufólk tíni sum vinir. Vís virðing fyri øllum judoíðkarum við rættari heilsan.

Vinarlag: Ein av teimum størstu tørvum hjá menniskjum

Tí eingin kann náa bestu úrslitunum einsamallur.

Lítillætni. Tað er meira enn vit sjálvi

Lat vera við at seta teg sjálvan í rampuljósið. Reypa ikki ov ógvisliga um tíni úrslit. Kunna teg um tey, sum eru betri enn tú og ikki um tey, hvørs støði tú longu hevur nátt. Hjálp makkarum tínum við at læra teknikkirnar rætt. Ver ein góður venjingarpartnari (uke). Stuðla nýbyrjaðum og hjálp teimum at finna sítt pláss í bólkinum.

Æra. Ver trúgvur móti orðum tínum og tínum grundreglum (princippum)

Sjálvt í mótgangi skulu vit halda okkum til virðir okkara. Tá hetta liðugt (yvirstaðið), skulu vit reisa okkum aftur, halda fram við lívi okkara – sterkari og sunnari. Skjótt vilja vit sigra, fylla ítróttahallirnar og síggja verðsins stórsta ítróttatiltak, nevniliga Olympisku Leikirnar.

Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025
Gull og silvur til British Veterans Open
29.03.2025
FM fyri børn 2025
15.03.2025
Vunnu 2 bronsur í judo í Íslandi
25.01.2025
Góð altjóða úrslit í judo
30.09.2024