Petur Sigurð nýggjur formaður

16. august 2025

Judo Føroyar hevur í dag havt ársaðalfund, og nýggja starvsnevndin fyri 2025/2026 hevur skipað seg soleiðis:

Petur Sigurð Johannesen (HJF), formaður
Kristianna S. á Túgvu (SJF), næstforkvinna
Sofus D. Johannesen (SJF), kassameistari
Sanna N. Djurhuus (HJF), skrivari
Andrias Sumberg (SJ), nevndarlimur
Myrna E. Fjallsbak (VJF), eykalimur
Magnus Pauli Glerfoss (KJF), eykalimur

Judo Føroyar vil við hesum takka Silju og Tóka fyri arbeiðið í nevndini. Eisini bjóða vit Petur Sigurð væl komnum í formanssessin og ynskja honum góðan byr.

Ein serstaklig tøkk skal ljóða til Sofus, sum ótroyttiliga hevur røkt formanssessin í eitt mannaminni. Uttan hann stóð judo í Føroyum á berum.

Vit gleða okkum til eitt spennandi ár fyri framman við nógvum á skrá.

Starvsnevndin

Petur Sigurð nýggjur formaður
16.08.2025
Aðalfundur
01.08.2025
Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025
FM vinnararnir hjá vaksnum
26.04.2025
Gull og silvur til British Veterans Open
29.03.2025