Ukraina luttekur aftur í altjóða kappingum frá byrjanini av 2026

15. desember 2025
  • Frá vinstru: Otto Faven, aðalskrivari hjá finska Judosambandinum, Esa Niemi, forseti í finska Judosambandinum, Serhiy Koleshnichenko, frá Ukrainska Judosambandinum, Sofus Debes Johannesen, kassameistari í Judo Føroyum, Kent Anderson, varaforseti í Svenska Judosambandinum, Petur Sigurð Johannesen, foresti í Judo Føroyum, Gisli F. Egilsson, forseti í Íslendska Judosambandinum, Kristiia Pekkola, forseti í Svenska Judosambandinum og varaforseti fyri útbúgving í Europeiska Judosambandinum, Søren Studsgaard, forseti í Danska Judosambandinum, Gabriella Lörnbo, varaforseti í Svenska Judosambandinum, og Stine Lastein, aðalskrivari í Norska Judosambandinum. | Mynd: Kristiina Pekkola

Sambært upplýsingum, sum eru komnar fram á árligu kongressuni hjá Evropeisku Judosamgonguni, hevur ítróttarmálaráðið í Ukraina góðkent luttøku hjá ukrainskum ítróttarfólkum í tiltøkum, har eisini russisk og hvítarussisk ítróttarfólk kappast undir egnum flaggi.

Á kongressini, sum var í Las Palmas á Kanarisku Oyggjunum um vikuskiftið, var Judo Føroyar umboðað av formanninum Petur Sigurð Johannesen og kassameistaranum Sofus Debes Johannesen.

Umboð fyri norðurlendsku judosambondini, Svøríki, Noreg, Danmark, Ísland, Føroyar og Finnland, høvdu eisini sín egna fund í sambandi við kongressina, har evnið varð viðgjørt.

Norðurlendsku judosambondini vístu í felag sín stuðul til Ukraina, sum stríðist fyri at yvirliva mitt í krígnum, tá tey hittu umboð teirra, varaforsetan í ukrainska judosambandinum Serhiy Koleshnichenko.

Á myndini eru frá vinstru: Otto Faven, aðalskrivari hjá finska Judosambandinum, Esa Niemi, forseti í finska Judosambandinum, Serhiy Koleshnichenko, varaforseti í Ukrainska Judosambandinum, Sofus Debes Johannesen, kassameistari í Judo Føroyum, Kent Anderson, varaforseti í Svenska Judosambandinum, Petur Sigurð Johannesen, foresti í Judo Føroyum, Gisli F. Egilsson, forseti í Íslendska Judosambandinum, Kristiia Pekkola, forseti í Svenska Judosambandinum og varaforseti fyri útbúgving í Europeiska Judosambandinum, Søren Studsgaard, forseti í Danska Judosambandinum, Gabriella Lörnbo, varaforseti í Svenska Judosambandinum, og Stine Lastein, aðalskrivari í Norska Judosambandinum. 

Ukraina luttekur aftur í altjóða kappingum frá byrjanini av 2026
15.12.2025
Kalendari - yvirlit yvir tiltøk 2025-26
11.11.2025
Petur Sigurð nýggjur formaður
16.08.2025
Aðalfundur
01.08.2025
Eyðrun og Jóhannes vunnu fightersteypið
27.04.2025