Hjalmar og Sigmund kappast eisini leygardagin
Hjá monnum undir 73 kg. verða tað Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini, báðir úr Havnar Judofelag, sum koma at kappast um gullið leygardagin.
Teir eru sera javnir, og í einari kapping í vetur gjørdist dysturin yvir 16 minuttir, áðrenn ein vinnari kundi finnast, so her kunnu vit vænta stóran spenning, tá teir leygardagin bresta saman.
Ári Dam Lindberg úr Havnar Judofelag vann bronsu heiðursmerkið.
Hjá monnunum undir 90 kg. vóru tað Hjalmar Johannesen og Nikolaj Skoubo, báðir úr Sunda Judofelag, sum møttust í hálvfinaluni, har Hjalmar dróg longra stráið.
Í hinari hálvfinaluni vóru tað Sigmundur Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og Jónas Johannesen úr Sunda Judofelag, sum dystaðust um hitt finaluplássið, og har var tað Sigmundur, ið var omaná, tá dysturin var liðugur.
Sostatt verður gulldysturin millum Sigmund Johansen úr Skálafjarðar Judofelag og Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelg.
Bronsu heiðursmerkini vinna Nikolaj Skoubo og Jónas Johannesen, báðir úr Sunda Judofelag.
Myndin vísir Sigmund og Hjalmar.