Góð úrslit í RIG 2019

27. januar 2019
  • Jógvan Páll Kristiansen (í hvítari gi) í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

  • Fríði M. Carlsson (í bláari gi) í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

  • Jógvan Páll Kristiansen (í bláari gi vinstrumegin) og Búgvi Poulsen (í bláari gi høgrumegin) klárir at fara inn til dyst í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen
  • Búgvi Poulsen (í bláari gi) í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

  • Jógvan Páll Kristiansen (í bláari gi) í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

  • Bárður Hentze Lenvig (í bláari gi) í dysti í Reykjavík International Games 2019 | Mynd: Sofus Debes Johannesen

Í hesum døgum skipa íslendingar fyri stóra ítróttatiltakinum Reykjavík International Games, sum strekkir seg yvir tvey vikuskiftir, har tilsamans 15 ítróttagreinir kappast.

Í judokappingini í ár vóru 89 luttakarar úr 11 londum. Av teimum vóru 7 luttakarar úr Føroyum: Petur Sigurð Johannesen, sum kappaðist í vektbókinum -100 kg., Búgvi Poulsen kappaðist í -81 kg., Jógvan Páll Kristiansen í -73 kg., Bárður Hentze Lenvig í -66 kg., Silja Johannesen í -63 hjá kvinnum, Fríði M. Carlsson og Bjarni Kyrri Ólavsson, sum báðir kappaðust í -60 kg.

Landsliðsvenjarin, Roland Vogt, tekur soleiðis saman um kappingina:

RIG, Reykjavík International Games, er eitt sera stórt íttróttartiltak, har judo sjálvandi er umboðað. Við bara góðum tíma flogferð til Íslands er tað sjálvsagt, at vit luttaka og stuðla tiltakinum hjá íslendsku brøðratjóð okkara.

Í tí heilt unga endanum høvdu vit Bjarna og Fríða, sum báðir hava talend og sum hava stórt potentiali, sum kann nýtast, serliga við luttøku í kappingum uttanlands.

15 ára gomlu dreingir okkara møttu nøkrum alvorliga vaksnum monnum millum 20 og 30 ár. Eg haldi, at báðir dreingirnir vístu góðar taktir, og tað vóru nógvar positivar detaljur í dystunum hjá teimum. Rós fyri at halda avtalurnar viðvíkjandi tøkum og rørslu á máttuni. Tað er eitt stórt fet á leiðini.

Sum øll longu vita, so vann Bárður Hentze Lenvig eina fantastiska bronsumedalju. Serliga í sigrinum í fyrsta umfari á einum rættiliga vaksnum íslendskum manni vísti Bárður yvirskot í judo, og taktiska innlitið hjá honum er á hædd við teir heilt góðu.

Sjálvt um Bárður hendan dagin vann bronsumedalju, er nógv at gera í framhaldandi menning hansara. Hann er jú bara ein unglingaleikari enn!

Hjá teimum vaksnu var enn meira taktiskir sansir at síggja. Búgvi Poulsen náddi sum vanligt at noyða mótstøðumannin at laga seg eftir hansara stíli í -81 kg. Tað bar tó ikki dystin heim – men hann bardist væl, og vit skulu minnast til, at mótstøðumenninir vóru 20-30 ár móti teimum 46 árunum hjá Búgva.

Jógvan Páll legði út móti einum ektaðum jarni í -73 kg. Einum sterkum, fimum, ungum norðmanni, sum kanska var 21 ára gamal. Vit løgdu ein taktikk, sum gekk út uppá at fáa normannin á hálkubreytina við tí fantastiska ashiwasa, sum Jógvan Páll er meistari fyri. Og tað gekk sum ætlað: ein hørð byrjan við einari sera giftigari innvendigari feiðing megnaði at taka broddin av rørslu- og álopsáhuga hansara fyri restina av dystinum. Tað var ein sera javnur dystur allan vegin, líka til 6 sekund vóru eftir, tá Jógvan Páll tekur eina vakra útvendiga feiðing úr ermuni og  bendi norðmannin niður á ryggin til wasa-ari.

Í øðrum umfari var hepni hjá Jógvan Páll brúkt, sjálvt um hann megnaði at skapa góðar støður, so rakk tað ikki, og tjekkin vann á honum við einum mjadnarkasti.

Í uppsamlingarumfarinum mátti Jógvan Páll aftur síggja seg slignan út, hesa ferð av einum norðmanni. Tað, sum Jógvan Páll legði fyri dagin er heilt vist góðkent!

Systkini Silja og Petur Sigurð Johannesen dystaðust sum tey síðstu fyri Føroyar.

Petur Sigurð var komin í ein rættilga 100-kilog bólk við mótstøðumonnum úr Íslandi, Frankaríki og Tjekkia. Hetta bleiv ikki dagurin hjá okkara stóra manni, og aftan á 3 tap má hann ferðast heim aftur uttan sigrar.

Silja vístir óvanliga góðar taktir í -63 kilo bólkinum hjá kvinnum. Tak í gi og rørsla á máttuni var til høgar karakterir. Hon bardist aggresivt og við tí heilt rætta hugburðinum, bæði fysiskt og mentalt

Hon legði út við at tapa til hana, sum seinni vann kappingina, men hon gav henni ein skarpan gang, og kom av máttuni við einari góðari kenslu av, at hava gjørt nógv rætt.

Í næsta dystinum bukaði hon eina norska gentu væl og virðiliga.

Bronsudysturin var móti einari polskari kvinnu. Í hesum dystinum virkaði alt ikki so væl sum fyrr í kappingini, men Silja kann ferðast heim við stoltleika um gott avrik í kappingini.

Venjarin er eisini stoltur! Tað er nakað enn á mál, men beint nú liggja vit í “yvirhalingsbreytini”, og vit blíva góð!

Um vit skulu mæla til ein gjøgnumgangandi innsats í feløgunum, so ljóða ráðini at gera meira nagekomi og at hava eyguni við newaza, bæði defensivt og offensivt. Her blivu nakrir býttir dystir taptir í gólvinum, og temperamentið varð sett undir trýst.

Hugsi tykkum, at vit í føroyskum judo hava nakrar dreingir og gentur, sum hava so góðar gávur og so stórar møgulleikar, og hugsi tykkum, at vit eisini hava nakrar royndar kreftir, sum vilja geva sítt íkast til judo nú og eftir Oyggjaleikirnar!

Copenhagen Open 2019
18.04.2019
FM-2019 fyri einstaklingar (børn)
07.04.2019
Klaksvíkar Judofelag heiðrar ÍSF á 80 ára degnum
06.04.2019
Familju judo á Oyrarbakka
06.04.2019
3 gull, 2 silvur og 2 bronsur í danskari kapping
23.03.2019