Evald vann fightersteypið
28. apríl 2019
Fightersteypið fekk Judo Føroyar (fyrr: Judosamband Føroya) frá trimum donskum feløgum - Aalborg Judoklub, Aalborg Politi Judoklub og Mou Idrætsforening - at kappast um hjá ungum føroyskum judoíðkarum.
Steypið verður latið tí judoleikaranum, sum undir Føroyameistarakappingini sýnir bestan teknikk og besta stríðsvilja.
Vinnari av hesum steypi fyri 2019 gjørdist Evald D. Simonsen úr Havnar Judofelag. Vit ynskja honum hjartaliga til lukku við heiðrinum!
Yvirlitið yvir, hvør hevur vunnið fightersteypið gjøgnum árini sæst her: https://judo.fo/fightersteypid
Søguligt norðurlendskt meistaraheiti til Føroyar
13.06.2026
FM fyri børn
19.05.2026
Aðalfundur
07.05.2026
Reypikvøld hjá Sunda Judofelag
23.04.2026
Johannes fingið svart heiðursbelti
23.04.2026